Triklosan er sera eitrandi fyri lívið í vatni. Nýtslan av evninum kann hava við sær, at bakteriur gerast mótstøðuførar móti antibiotika. Tað kann til dømis føra við sær, at vanligar ígerðir, sum í dag kunnu viðgerast við antibiotika, kunnu gerast hættisligar, tí at viðgerðin ikki býtir á. Triklosan er funnið í fólki í stórum pørtum av heiminum.
Triklosan hevur bakteriutálmandi eginleikar.
Ikki allar vørur, sum innihalda triklosan, hava vørulýsing. Um vøran hevur vørulýsing, so kanst tú hyggja eftir:
Triklosan
Triclosan
Vit tú vita meira? Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo |
|